Søgan hjá Sp/f Framherja byrjar í 1994, tá ið Beinir, áður Skálafjall, skuldi seljast á tvingsilssølu 10. november 1994. Skipið, sum var lutfalsliga nýtt, varð bygt í 1987.
Íslendingarnir høvdu verið umborð og hugt at skipinum fleiri ferðir og vístu áhuga at keypa skipið. Danmarks Skibskreditfond hevði 1. veðrætt í skipinum. Anfinn kendi fólkini, ið umboðaðu Danmarks Skibskreditfond, og skipaði fyri einum fundi millum partarnar.
Á fundinum nevndu umboðini hjá danska fíggingarstovninum á fyrsta sinni, at tað kanska var ein møguleiki at stovna eitt føroyskt felag, sum kundi reka skipið í Føroyum, saman við íslendingunum, sum áttu íslendska felagið Samherja HF. Samherji hevði tá loyst knútin við framleiðslu umborð av kongafiski í Irmingarhavinum. Tað var stutt millum hugskot og gerðir, og Sp/f Framherji varð stovnað. Felagið átti hægsta boðið á tvingsilssøluni, og samstarvið millum Samherja HF og Sp/f Framherja bleiv til veruleika. Skipið, ið fekk navnið Akraberg, fór í vinnu í februar í 1995 eftir umbygging.
Fyrr var ognarluturin hjá Samherja áleið 24% av felagskapitalinum. Í dag er føroyski ognarluturin í Samherja seldur, meðan føroyingar hava keypt øll partabrøvini, ið Samherji átti í Framherja.
Ein er tíðin fyri 1994
Grundarlagið fyri áhuganum í fiskivinnu og skipum er lagt frá barnsbeini hjá bæði Elisabeth og Anfinni. Elisabeth vaks upp í Fuglafirði, har nógv vinnulívsvirksemi var á sjógvi og landi.
Á Toftum, í barnaheiminum hjá Anfinni, stovnaðu pápi Anfinn, Jógvan Ingvard Olsen - saman við øðrum toftamonnum - P/F Regn í 1968, og longu í 1969 fór nýbygdað línuskipið hjá felagnum, Stapin, í vinnu.
Elisabeth og Anfinn lósu bæði fiskivinnufrøði á lærda háskúlanum í Tromsø í Noregi í 1980’unum. Lívsleiðin hevur lagað seg so, at felags áhugamálini hava samantvinnað teirra heima- og vinnulívsvirksemi soleiðis, at tey í felag reka Sp/f Framherja og tess dótturfeløg. Íslendsku vinarbondini frá lestrartíðini blivu til ítøkilig átøk, tá samstarvið við Samherja HF bleiv til Sp/f Framherja í 1994. Síðani hevur felagið ment seg til eitt av størstu samtøkunum í føroyska vinnulívinum.
Fyrst í 1990’unum høvdu Føroyar nógvar avbjóðingar. Arbeiðsloysið var stórt, og fólkaflytingin gjørdi stór inntriv í alt virksemið á sjógvi og landi. 1990’ini vera enn í dag mint sum ein døpur tíð hjá mongum føroyingum, ið mistu bæði ognir og arbeiði.
1995 - Akraberg fyrsta túr
Hóast samfelagskreppan rakti alt landið, so vóru glottar at hóma. Ein av hesum var hjá Sp/f Framherja, tá Akraberg fór sín fyrsta túr í Barentshavið í februar hetta árið. Akraberg átti tó bert 0,6 kvotu av einari vanligari kvotu í norskum og russiskum sjógvi. Afturat hesum átti Akraberg atgongd til felagskvotuna av kongafiski í Irmingarhavinum.
1996 - Stovna sølufelag
Leiðslan í Sp/f Framherja sá beinanvegin, at tað var sera týdningarmikið at hava eitt gott sølulið til lidnu vørurnar, sum Akraberg landaði. Tí bleiv støða tikin til, at felagið, saman við Samherja HF, skuldi seta eitt sølufelag á stovn í Onglandi, har týðandi nøgdir at toska- og hýsuflakinum bleiv selt. Sølufelagið fekk navnið Seagold og enn í dag er høvuðsvirksemið hjá felagnum at selja fisk í Onglandi. Framherji seldi uml. 15% av sínari flaka framleiðslu gjøgnum dótturfelagið í Onglandi, áður var hesin luturin væl hægri.
1997 - Keyp av uppsjóvarkvotu
Hetta árið var eitt føroyskt smápartafelag til sølu. Felagið átti eitt verksmiðjuskip, sum var lagt, tí tað bar seg ikki. Men nakrar kvotur hoyrdu til skipið, og í 1997 keypti Sp/f Framherji felagið, ið kallaðist Sp/f EM-Shipping. Við keypinum fylgdu loyvi at fiska svartkjaft, sild, makrel og lodnu. Stálið bleiv selt fyri nærum ongan penga, men nú átti Sp/f Framherji lut í uppsjóvartilfeinginum, sum seinni skuldi vísa seg at fáa størri týdning enn væntað.
1998 - Keyp av uppsjóvarskipi
Sp/f EM-Shipping keypti uppsjóvarskipið Jón Sigurðsson úr Íslandi. Skipið var í felagnum fram til 2003.
2003 - Høgaberg keyptur og P/f Regn kemur inn í felagið
Jón Sigurðsson var ov lítil at sigla langa teinin suður á svartkjaftaleiðirnar vestanfyri Írland, tí rávøruprísirnir vóru ov lágir at sigla so langan tein at fiska lutfalsliga smáar nøgdir. Tí keypti felagið í 2003 tað norska skipið Store Knut, sum fekk navnið Høgaberg. Hetta skipið var áður kent í Føroyum, tá vestmenningar í 1980’unum áttu tað undir navninum Gulfinnur.
Sp/f Framherji yvirtekur partar av virkseminum hjá P/f Regn í 2003. Anfinn hevur tá virkað sum stjóri í felagnum P/f Regn í fleiri ár. Sama árið keypti P/f Regn eitt frystilínuskip úr Íslandi, og fyrsti Stapin frá 1969 bleiv seldur til Danmarkar. Frystilínuskipið landaði bæði feskan og frystan fisk. Skipið bleiv selt til Norra í 2009.
2005 - Felagið umskipað og P/f Vesturvón verður keyptur
Í 2005 seldi felagið Akraberg til Pólands. Orsøkin til at Akraberg bleiv seldur var, at kvoturnar minkaðu og at skip kundu ikki vera í drift meir enn nakrar mánaðir um árið.
Virksemið í Sp/f Framherja øktist, og støða bleiv tikin um at umskipa felagið soleiðis, at upprunafelagið Sp/f Framherji skifti navn til Sp/f Framinvest. Endamálið hjá íløgufelagnum hevur síðani verið at eiga kapitalpartar í øðrum feløgum, herundir Sp/f Framherja, sum nú er felagið, ið áður æt Sp/f EM-Shipping.
Í 2005 gjørdi Sp/f Framherji eina stóra íløgu, tá felagið keypti P/f Vesturvón, sum átti verksmiðjuskipið Vesturvón. Við í keypinum fylgdu eisini fýra partrolarar, bygningar o.a.
Partrolararnir og bygningarnir blivu seldir úr felagnum stutt eftir keypið, tí felagið valdi at savna sítt virksemi um Barentshavið og valdi at útgera Vesturvón í staðin. Kvotan hjá Akraberg bleiv løgd afturat kvotuni hjá Vesturvón, sum bleiv til 1,6 kvotapartar í Barentshavinum.
2006 - Fagraberg kemur inn í felagið
Í 2006 gjørdi felagið sína higartil størstu íløgu, tá felagið keypti uppsjóvarskipið Krúnborg frá P/f Krúnborg. Skipið fekk navnið Fagraberg.
2009 - Minka um flotan
Høgaberg var í felagnum fram til 2009, tá skipið bleiv selt aftur til Noregs, tí raksturin gav hall vegna lítlar kvotur og høgan oljuprís. Kvoturnar hjá Høgaberg blivu lagdar afturat kvotunum hjá M/S Fagraberg, sum hevur roynst felagnum serstakliga væl.
2011 - Faroe Origin
Saman við P/f Varðanum í Gøtu og Samherja HF í Íslandi keypti Sp/f Framherji stóran part av búnum eftir fyrrverandi P/f Føroya Fiskavirking. Nýggja felagið fekk navnið Faroe Origin og rekur í dag 6 ísfiskatrolarar, saltfiskivirki á Toftum og upsavirki í Runavík. Skipini eru Rókur, Lerkur, Falkur, Stelkur, Bakur og Heykur.
P/f Regn keypti feskfiskalínuskipið Eystnes, ið fekk navnið Stapin. Í 2016 skifti skipið navn til Skørin.
2011 og 2012 - Verksmiðjuskipini Høgaberg
Uppsjóvarkvoturnar øktust munandi í 2011. Av tí sama bleiv grundarlag at keypa eitt verksmiðjuskip at fiska og framleiða veiðuna umborð. Verksmiðjutrolarin Høgaberg bleiv keyptur og seldur aftur av landinum sama ár. Í 2012 endurtók støðan seg.
2013 - Ein nýggjur Akraberg
Felagið seldi Vesturvón til Spania og keypti núverandi Akraberg úr Týsklandi. Farið var frá flaka framleiðslu til rundan fisk.
2013 er eisini árið, tá ið felagið saman við P/f Havsbrún, P/f Palla hjá Mariannu og P/f Enni stovnaðu uppisjóvarvirkið P/f Pelagos í Fuglafirði.
2014 - Pelagos byrjar sína framleiðslu
P/f Pelagos byrjar at taka ímóti fiski.
2015 - Línuflotin øktur
Hetta árið keypti Sp/f Framherji allan felagskapitalin í P/f Eysturoy, sum átti trý línuskip, nevniliga Eysturoying, Sigmund og Mascot. Sostatt keypti Sp/f Framherji eitt felag við trimum skipum og 4,5 loyvum. Galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap eggjar til samanleggingar av loyvum fyri at bøta um skiparaksturin.
2016 - Nýggjur Stapin
Frystilínuskipið Husby Senior bleiv keypt úr Noregi í 2016. Skipið fekk navnið Stapin, og er tann fjórði í røðini av línuskipum. Stapin, ið bleiv keyptur í 2011, fekk nú navnið Skørin.
2017 - Nýggjur Høgaberg
Kvoturnar fyri sild og makrel eru nógv øktar tey seinastu árini. Fyri at fáa betri prís fyri rávøruna keypti felagið í januar 2017 tað norska uppsjóvarskipið Torbas, ið nú eitur Høgaberg. Skipið er bygt í 2015 og lastar 2.100 tons í kølitangum. Skipið hevur størri køliorku enn onnur skip og er eisini væl egnað at fiska við nót. Hetta gevur eisini hægri góðsku og betri prís fyri fiskin.
Línuskipið Mascot hevur ligið í nøkur ár, men á heysti 2017 bleiv skipið riggað um til krabbafiskiskap og er farið í vinnu.
2018 - Sp/f Framherji
Sp/f Framherji eigur nú 2 uppsjóvarskip, 1 verksmiðjuskip, 2 línuskip, saman við øðrum 2 fiskavirkir og 6 partrolarar, harumframt minniluta kapitalpartar í øðrum feløgum. Í 2018 er Mascot seldur til eitt felag í Klaksvík.
2019 - Jógvan I. keyptur
P/f Eysturoy keypir frystilíniskipið Atlantic úr Noregi og far navnið Jógvan I. Skipið kemur inn fyri Sigmund, sum er lagdur.
2020 - Nýbygningur undirskrivaður og skrivstovan flytur
Sáttmáli um at byggja nýggjan Akraberg verður undirskrivaður. Verksmiðjutrolarin kemur á sumri 2022.
Skrivstovan hjá Framherja flytur í gamla bygningin hjá Vónini á havnalagnum í Fuglafirði. Bygningurin er nýumvældur, og tað er Ósbjørn Jacobsen, arkitektur, ið hevur staðið fyri verkætlanini.
2022 - Fyrsti nýbygningur hjá felagnum og tann næsti á veg
Hátíðarløta varð hildin í Brattvåg í Noregi 1.Juli, tá nýggi Akraberg varð doyptur og handaður reiðarínum. Verksmiðjan umborð framleiðir h/g-vøru. Harumframt er møguligt at kóka rækjur, sum er nýtt fyri felagið. Skipið fór beinleiðis til fiskiskap, og væl royndist.
Gamli Akraberg varð seldur til Íslands, og línuskipið Skørin varð seld til eitt felag í Kanada eftir at hava ligið í nakrar mánaðar.
Sáttmáli um at byggja nýggjan Høgaberg verður undirskrivaður. Eftir ætlan skal uppsjóvarskipið verða liðugt á sumri 2024.