Framherji strembar eftir at vera millum fremstu fiskivinnuaktørar á norðurleiðum. Fyri at tryggja framtíðarútlitini hjá felagnum, er tað umráðandi fyri okkum áhaldandi at hava fokus á virðisøking, lønsemi og menning.
Felagið rekur fiskiskip, sum fiska uppsjóvarfisk, botnfisk og rækjur, og fiskaða veiðan verður seld og framleidd á virkjum á landi. Vit miða altíð ímóti at veita eina burðardygga vøru við góðari góðsku.
Áleið 150 fólk eru í starvi hjá okkum, og vit leggja stóran dent á at skapa eitt spennandi og trygt arbeiðspláss fyri arbeiðsfólkið, bæði á sjógvi og landi. Afturat virkseminum við fiskiskipum, er Framherji eisini parteigari í feløgunum Faroe Origin og Pelagos og virkin í frystigoymsluni Bergfrost.
Í 2016 keypti Framherji bygningin hjá Vónini á havnalagnum í Fuglafirði. Ætlanin var at umbyggja bygningin til goymslu og skrivstovuhøli og at ”lata bygningin upp” niðan móti vegnum, heim ímóti bygdini og oman móti sjónum. Á heysti 2020 gjørdist hendan hugsjónin veruleiki. Nýggi bygningurin hóskar væl inn í heildarmyndina, har bygd og havnalag møtast, og upplivingin av at síggja bygningin er merkt av lívi og ljósi. Samstundis kennist tað stórfingið at standa inni í bygninginum, júst tí at fasadan nú er opin.